Úrslitið hjá Norðoya Sparikassa fyri 1. hálvár 2014 var eftir skatt eitt avlop upp á 7,2 mió. kr. Í fjør var avlopið 1. hálvár 7,1 mió. kr.
Tá sæð verður burtur frá niðurskrivingum upp á útlán og virðisjavnan, var úrslit áðrenn skatt, 8,7 mió. kr. fyri 1. hálvár 2014. Tað er nakað lakari enn sama tíðarskeið í fjør, tá úrslitið var 9,9 mió. kr.
Tá sannlíkindi eru fyri, at niðurskrivingar fyri alt árið verða á einum lægri støði enn undanfarin ár, roknar sparikassin við, at tað eru góð útlit fyri størri avlopi í ár enn í fjør.
Samanumtikið er sparikassin væl nøgdur við gongdina 1. hálvár 2014.
Innlánini hjá sparikassanum øktust við 4,7 %. Innlánini øktust við 80 mió. kr. 1. hálvár 2014, úr 1.688 mió. kr. við árslok 2013 og upp í 1.768 mió. kr. Útlánini øktust við 25 mió. kr. 1. hálvár 2014, úr 1.485 mió. kr. við árslok 2013 og upp í 1.510 mió. kr. Hetta er ein vøkstur í útlánum uppá 1,6 %. Innlánsavlopið er nú 258 mió. kr.
Gjaldførið hjá sparikassanum er gott. Pr. 1. hálvár í ár var yvirdekningurin í mun til lógarkravið 200 % ímóti 144 % pr. 1. hálvár í fjør. Sambært eftirlitsdiamantinum hjá Fíggjareftirlitinum er minstamarkið fyri yvirdekningin 50 %.
Pr. 30. juni 2014 var solvensurin 18,7 %, meðan individuelli solvenstørvurin var 11,3 %. Solvensyvirdekningurin er pr. 30. juni 2014 uppgjørdur til 7,4 prosentstig.