Norðoya Sparikassi 48 milliónir í avlopi í 2024

Úrslitið eftir skatt í 2024 var eitt avlop upp á 47,9 mió. kr. samanborið við 38,7 mió. kr. árið frammanundan. Framgongdin stavar í høvuðsheitum frá lægri niðurskrivingum og øktum rentuinntøkum.

Tíðindaskriv:

 

Sparikassin er nøgdur við gongdina í 2024.  

 

Vøkstur í virksemi

Útlánini øktust úr 2.182 mió. kr. upp í 2.248 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur upp á 66 mió. kr. ella 3,0 %.

 

Innlánini øktust úr 2.607 mió. kr. upp í 2.729 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur upp á 122 mió. kr. ella 4,7 %.

 

Ábyrgdarpeningurin øktist úr 36,6 mió. kr. upp í 38,0 mió. kr., ið svarar til eina øking upp á 1,3 mió. kr. ella 3,6 %. Mælt verður til at renta ábyrgdarpeningin við 6 % í 2024, og miðað verður eftir at renta ábyrgdarpeningin við 5 % í 2025.

 

Grundrakstur styrktur

Grundraksturin varð styrktur í 2024. Grundraksturin var 55,5 mió. kr. samanborið við 52,1 mió. kr. árið fyri. Hetta svarar til eina hækking upp á 3,4 mió. kr. ella 6,5 %.

 

Gjaldføri og kapitalur

Sparikassin hevur gott gjaldføri og dyggan kapital. 

 

Lyklatalið fyri gjaldførið var 419 % í mun til lógarkravda gjaldførið á 100 %. 

 

Kjarnukapitalurin var 29,5 % sammett við 27,6 % árið fyri. Samlaða kapitalkravið var uppgjørt til 20,1 % og sostatt var kapitalyvirdekningurin 9,4 %-stig ella umleið 124 mió. kr. við ársenda 2024.

 

Árligi umboðsráðsfundur sparikassans verður 3. apríl 2025.