»Nordost« á Reinsarínum

Nógv rósti leikurin »Nordost« hjá Tjóðpallinum verður at síggja í dag klokkan 16 á Reinsarínum í Havn Leikurin »Nordost« byggir á hendingina 23. oktober í 2002, tá 42 tjetjenar brádliga steðgaðu sýningnini av sangleikinum ?Nordost? í Dubrovka leikhúsinum í Moskva og tóku 850 áskoðarar gíslar.

Gíslatøkan vardi í 57 tímar og kostaði 170 fólkum lívið.

»Nordost« fekk sera góð ummæli, tá hann varð sýndur á Tjóðpallinum í heyst. Millum annað segði Høgni Djurhuus, journalistur, soleiðis um leikin í ummæli í útvarpinum:

- »Nordost« er ein næstan ræðandi intens framførsla. Eisini løturnar, har eingin sigur nakað, eru sum ein spentur bogi.

Eisini Eyð Matras, yrkisleikari, var hugtikin av »Nordost«:

- Leikurin er sterkur og viðkomandi, har tú viðhvørt kennir teg sum part av hesum óhugnaliga og meiningsleysa drama, skrivaði Eyð Matras í ummæli av leikinum í Sosialinum.

Tað eru Birita Mohr, Súsanna Torgarð og Gunvá Zachariasen, sum spæla teir tríggjar kvinnuligu høvuðsleiklutirnar.

Eftir framsýningina á Reinsarínum í dag verður farið út at ferðast við leikinum eftir hesi framsýningarskrá:

20. januar kl. 19.30 á Virkinum á Sandi

21. januar kl 19.30 í Bygdarhúsinum í Miðvági

22. januar kl. 19.30 í Eydnini á Oyrabakka

27. januar kl. 19.30 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

28. januar kl. 19.30 í Atlantis í Klaksvík

29. januar kl. 19.30 í Stóra Pakkhúsi í Vági

30. januar kl. 19.00 á Seglhúsloftinum á Tvøroyri

Eisini verða fleir skúlasýningar kring landið, sum verða lýstar seinni