Fleiri norsk skip hava verið undir Íslandi og leitað eftir lodnu, nen bara nøkur fá fingu okkurt smávegis.
Sambært sáttmálanum skuldu tey norsku skipini fiska kvotuna innan 15. februar. Sambært Morgunblaðnum bóðu norðmenn íslendsku myndugleikarnar leingja veiðitíðina, men tað vildu teir ikki. Tí eru tey norsku skipini nú farin heimaftur.
Trý føroysk skip eru á lodnu undir Íslandi. Jupiter er inni í Vestmannaoyggjunum við knappliga 400 tonsum, og Norðborg hevur um 700 tons inni. Finnur Fríði er eisini á lodnu, og Fagraberg, sum hevur verið á svartkjafti, fer á lodnu nú. Føroyska lodnukvotan er 8.000 tons, men tey føroysku skipini hava ikki tíðaravmarking eins og tey norsku.