Norðlýsið: Nýggi venjarin hjá KÍ er í Klaksvík

Betri deildin menn: Norðlýsið skrivar, at Eirik Bakke er í Klaksvík til samráðingar

Nógv bendir á, at Eirik Bakke verður nýggjur venjari hjá KÍ. Norðlýsið skrivar, at norski venjarin er í Klaksvík til samráðingar og at alt er komið upp á pláss. Blaðið skrivar, at nú verður bara bíðað eftir at tað verður kunngjørt.

 

Eirik Bakke er fyrrverandi Premier League spælari og hevur nakað av royndum sum venjari. Hann er serliga kendur fyri tíðina í Leeds United, har hann spældi frá 1999 til 2006. Miðvallarin spældi eisini 27 landsdystir fyri Norra.

 

Eirik Bakke hevur verið venjari hjá fyrrverandi føroyingafelgnum, Sogndal, frá 2015 til 2021. Hann tók eisini við eitt skifti í Lillestørm í 2023. Hann skal taka við eftir Magne Hoseth, sum hevur seldur til Lyngby.