Nordlie situr væl

Sambært veddingarfyritøkuni, Nordicbet, er lítil vandi fyri, at Todi Jónsson og teir í Start skulu leita sær eftir nýggjum venjara fyribils.

Nú fyrireikingarnar til norsku kappingina av álvara eru farnar ígongd, ber til at vedda um mangt og hvat. Millum annað, hvør verður fyrsti venjarin at fáa sekkin.
Og her bendir lítið á, at Tom Nordlie verður tann fyrstu, sum rýkur. Verður Start-venjarin tann fyrsti venjarin í Tippeliguni, sum fær sekkin í ár, so gevur hetta pengarnar 30 ferðir aftur. Og tað er meira, enn nakar annar venjari gevur. Ovast á listanum stendur Frode Grodås hjá Ham-Kam. Hann gevur bara pengarnar fimm ferðir aftur.
Roknað verður annars við, at Start aftur í ár skal standa seg væl. Tá spælast skal um, hvør verður norskur meistari, er Start fjórð-ovasta navnið á listanum. Ovast er Rosenborg, sum bert gevur pengarnar 2,25 ferðir aftur. Spæl upp á Start gevur odds 8,20.