Ein kann ikki nevna Troels Kløvedal, uttan at nevna kenda farið Nordkaperen. Ævintýrarin Kløvedal sigldi á heimshøvunum í kenda bátinum.
Men hvat hendir í hesum døgum við Nordkaperen, ið er bygdur í 1905?
- Nordkaperen siglir enn á heimshøvunum, sigur sonur Kløvedal, Mikkel Beha Erichsen, við TV2 charlie.
Innan Troels Kløvedal doyði, gav hann einum grunni bátin, og endamál grunnsins er at varðveita Nordkaperen.
- Í løtuni er bróður mín á ferð við bátinum við Filipinirnar og Indonesia. So Nordkaperen er enn í familjuni og fer at sigla í allar ævir, sigur Mikkel Beha Erichsen.
Kløvedal keypti Nordkaperen í 1967, saman við vinum sínum. Mongu ferðirnar hjá Kløvedal gjørdust til nógvar frásagnir, bøkur og sjónvarpssendingar.
Kløvedal doyði í desember í fjør, eftir at hava havt sjúkuna ALS í 3 ár.