Tíðindaskriv: Í gjár kom stýrið fyri Nordisk Kulturfond til Føroyar at halda fund. Fundir verða bæði Ólavsøkuaftan og Ólavsøkudag í Norðurlandahúsinum í Havn. Eisini verður høvið at vitja fleiri av mentanartiltøkunum á Ólavsøku, og farið verður eisini túrar til Mykinesar, Klaksvíkar og Gjáar. Stýrið fer eisini at hitta føroysk lista- og mentafólk, m.a. verður vitjað í Gøtu Kirkju, har Tróndur Patursson fer at greiða frá um glaslist sína, og í Klaksvík verður vitjað hjá Edward Fuglø, listamanni.
Endamálið hjá Norðurlendska Mentanargrunninum, sum varð settur á stovn í 1967, er at fremja mentanarligt samstarv millum Norðurlond. Í stýrinum eru 13 limir. Grunnurin hevur fund tríggjar ferðir um árið, har umsóknir til mentanarlig tiltøk verða viðgørdar. Játtanin til grunnin er í ár umleið 37 mió. d.kr.
Martin Næs, deildarstjóri í Mentamálaráðnum er føroyskt umboð í stýrinum, og hevur saman við Niels Halm, stjóra í Norðurlandahúsinum lagt vitjanina til rættis. Ferðalagið ferð av stað aftur dagin eftir Ólavsøku, sigur MMR í tíðindaskrivi.









