Orð og myndir: Dávur Winther.
Nýggjasta skipið í flotanum, Norðingur, kom á Klaksvík í gjárkvøldið. Hann liggur nú á Kósini og riggar til fyrsta túrin á føroyskum hondum.
Norðingur, ið er eitt prýðiligt og 600 tons størri skip enn Slættaberg, skal avloysa Slættaberg, sum fyribils verður lagdur, tá ið teir koma aftur av fiskileið.
Tað er P/F Næraberg, sum eigur Slættaberg, ið hevur keypt Norðing. Talan er um Ruth, sum Gullak Madsen og aðrir føroyingar í Hirsthals, hava átt.
Eftir ætlan kemur Slættaberg inn í annaðkvøld, og tá er Norðingur helst eisini klárur at fara og manningin á Slættaberg fer umborð á Norðing.