Stór undirtøka hevur verið millum manna at smsa "Frakland" til 1914, og sostatt verða við til at stuðla Krabbameinsfelagnum við 25 krónum. Samstundis vóru øll, sum stuðlaðu við í dráttinum um at vinna eina ferð til París við uppihaldi á einum marglætisgistingarhúsi.
Matstovueigarin, Nordin Manai gjørdist tann hepni vinnaran. Sum ungur gekk hann á skúla í París, so talan er um kendar gøtur fyri Nordin, sum sæst ytst til høgru á myndini.
Við at trýsta á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra løtuna á Rás2, tá Tróndur Arge avdúkaði fyri Nordin Manai, at hann var tann hepni vinnarin.