Nýggi eigarin av kondittaríinum, Nordin Manai, hevur ongar ætlanir um sleppa gamla Kondittarínum-heldur tvørturímóti. Teska hevur verið í krókunum um, at hugnaliga matstaðið nú endaliga fór í søguna, tí nýggi eigarin ætlaði at nýta staðið til annað virksemi. Hesum vísir Nordin Manai aftur, og sigur, at hann ætlar, at húsið skal nýtast sum kondittarí.
Nýggi eigarin er í løtuni í holt við at gera nakrar umbyggingar, ið fara at hava við sær, at gamla Kondittaríið fer at fáa nýggjan ham. Í løtuni verður arbeitt við at mála, skifta borð og møblar út, so kondittaríð verður nútíðargjørt.
Morgunmatur verður til keyps
Nordin Manai ætlar at hava morgunmat-eins og á gamla Kondittarínum til teir mongu trúføstu gestirnar. Eftir døgurða verður onnur matskrá, og matstaðið fer at minna um ein dessertcafe.
Nýggi eigarin hevur ongar ætlanir um at søkja um skeinkiloyvi, og ei heldur hevur hann funnið nakað nýtt navn til staðið. Hann nevnir, at bløðunum varð skrivað, at staðið skuldi at eita "Det Glade Hjørne", men tað er bara eitt uppskot av mongum.
Nordin Manai dugir ikki at siga nær nýggja staðið fer at lata upp aftur, tí framvegis er nógv papírarbeiðið, ið skal fáast frá hondini.
Honum vantar framvegis loyvi frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Brunaumsjónini og Býráðnum, og tað kann taka drúgva tíð, so ilt er at meta um, nær eyðkenda havnarmyndin letur upp aftur.
Havnarfólk fegnast
Spurdur, um hann hevur fingið nakað afturljóð frá havnarborgarum, eftir hann fekk leigusáttmála í lag, svarar Nordin, at fólk eru sum heild sera fegin um, at kondittariíð fer at lata upp aftur.
Hann sigur seg vænta, at gomlu og trúføstu gestirnar fara at venda aftur til nýggja matstaðið, og hann fer at gera alt fyri at hildið verður fast við hugnaliga dámin á gamla Kondittarínum á nýggja matstaðnum.