Nordic Open í inniróðri verður leygardagin

20 føroyskir rógvarar hava møguleika at gerast norðurlendskur meistari í inniróðri.

Nordic Open verður leygardagin 19. mars - har 20 føroyskir rógvarar hava møguleika at gerast norðurlendskur meistari í inniróðri.

 

Føroyskir rógvarar hava í vetur luttikið í fleiri altjóða kappingum í inniróðri - umframt okkara egnu Grand Prix og FM kapping.

 

Av hesum hava føroyskir innirógvarar klára seg sera væl, og hava vunnið fleira heiðursmerkir í teirra bólki.

 

Luttøkan í inniróður kappingum eru á veg uppeftir og tað er heiðurligt, at føroyskir luttakarar liggja ovarliga á altjóða heiðursplássum.

 

Føroyskir innirógvarar hava vunnið heiðursmerkir í bretsku, kanadisku, donsku og skotsku

 

meistaraheirunum - harav flestu gull.

 

Harumframt luttóku 7 teirra í heimsmeistarheitinum - og blivu 3 teirra heimsmeistarar og ein róði seg til eitt 3. pláss.

 

Vit ynskja øllum innirógvarum hjartaliga tillukku við luttøkunum.

 

 

 

Startrøðin til Nordic Open sæst her:

 

https://innirodur.rsf.fo/2022/03/17/nordic-open-kapping-i-innirodri/