Nordic Islands Adventure Race Faroe Islands 2023

Tað verða 128 íðkarar úr ymiskum londum sum koma at kappast. Vinnandi liðið skal luttaka í heimsmeistarakappingini, sum verður í Suðurafrika í oktober.

 

Í døgunum 13.-19. august verður Nordic Islands Adventure Race Faroe Islands 2023 (NIAR) á skránni. NIAR er ein partur av Adventure Racing World Series. 

 

- Vit kenna triathlon, men hetta er bara meira ekstremt. Her skulu íðkararnir kappast umleið 250 km. á fjallasúkklu, 160 km. til gongu og 80 km. í báti.

 

Tað verða 128 íðkarar úr ymiskum londum sum koma at kappast. Vinnandi liðið skal luttaka í heimsmeistarakappingini í Adventure Racing World, sum verður í Suðurafrika í oktober.

 

Tiltakið byrjar á Vaglinum í Havn hin 13. august klokkan 9, og skulu íðkararnir verða komnir á mál innan leygarmorgunin hin 19. august.   

 

Íðkararnir koma væntandi padlandi framvið Sjóvar kommunu frá mánakvøldinum hin 14. august umleið klokkan 20 til tíðliga mikumorgunin. 

 

- So, sært tú íðkarar koma padlandi framvið, so er at fara oman í fjøruna at heppa á tey og geva teimum mót í hesi hørðu ítróttagrein. 

 

Í Sjóvar kommunu heita tey á bátaeigarar og onnur, sum eru í økinum í hesum tíðarskeiði, um at vísa varsemi og taka atlit til íðkararnar.