Nordea: Partabrævamarknaðirnir við at venda

Tíðin hjá teimum reyðu partabrævakursunum er um at vera liðug. Tað heldur Henrik Drusebjerg, seniorstrategur í Nordea. Tað eru nógv jalig viðurskifti á partabrævaøkinum í løtuni, og hóast kreditkreppan framvegis fer at merkjast, halda vit tí, at tað er rætt at keypa partabrøv nú, sigur Henrik Drusebjerg.

Fleiri viðurskifti ávirka á metingina hjá Nordea.

Tær professionellu fyritøkurnar, sum í dag keypa aðrar fyritøkur, gjalda ein nógv hægri prís, enn partabrævamarknaðurin ásetur. Henrik Drusebjerg vísir á, at hetta er serstakliga jaligt og væntar, at marknaðurin eisini fer at finna fram til henda prísin.

Eitt gott dømi er keypsboðið frá Nykredit uppá Forstædernes Bank. Her hevur Nykredit havt møguleika at síggja øll tøl og bjóðar við støði í hesum, at gjalda 80% meir enn marknaðurin ásetur.

Tað er ein ábending um, at virðið á bankanum er nógv størri enn tað sum partabrævamarknaðurin í løtuni heldur.

Ótryggleikin, sum hevur verið á partabrævamarknaðinum, hevur viðført, at bæði privatir og professionellir íleggjarar hava selt nógv partabrøv, og tí nú eiga nógvan tøkan pening.

Henrik Drusebjerg heldur tað vera jaligt, at tað eru fleiri, sum hava tøkan pening. Tað merkir at nógvur peningur kann reka inn á partabrævamarknaðin, beinanvegin rákið vendir.

Vit kunnu ikki siga nær rákið vendir, men vit halda, at prísirnir á partabrøvum nú eru so lágir, at íleggjarnar skulu byrja at keypa. Tað kann vera, at prísirnir fella eini 4-6% afturat, men um ein hyggur longur fram, so kann ein gera nøkur góð keyp nú, sigur Henrik Drusebjerg, skrivar borsen.dk.