Norðborg legði at í Norðhavnini kl. 19 í kvøld. Teir koma av fiskileið og hava verið úti í smáar 14 dagar. Á veg inn hava teir tikið olju í Fuglafirði, áðrenn leiðin lá í Norðhavnina.
Teir hava góð 1100 tons av heysaðum makreli, 110 tons av mjøli og eini 200 tons av lýsi. Veiðan verður løgd upp í kvøld og vænta teir at fara avstað aftur í annaðkvøld.
Skipari henda túrin hevur verið Kristian Martin Rasmussen.
Norðborg hevur samtrolað við Christian í Grótinum, sum hevur 600 tons og nakað av avheysaðum, sum teir leggja upp í Fuglafirði. Teir væntast í Norðhavnina tíðliga í morginárini. Christian í Grótinum liggur norðanfyri reinsa enn.
Orð og myndir: Dávur Winther