Um 13-tíðina í gjár legði verksmiðjuskipið Norðborg til bryggju í Ánunum.
Jón Rasmussen hevur verið skipari á túrinum, og hann sigur, at teir hava umleið 600 tons av sild - og 185 tons av svartkjafti.
- Meginparturin av sildini er heilfryst. Ein minni partur er flak.
Skiparin sigur, at teir hendan túrin eitt nú royndu suður av Munkagrunninum.
- Eg vænti, at vit steðga einar 10 dagar, áðrenn loyst verður aftur, sigur Jón Rasmussen.
Myndina av Norðborg tók Dávur Winther.