Umhvørvið kring Viðareiði er serstakt. Bygdin liggur millum høg fjøll, bæði norðan fyri og sunnan fyri, og her er friðsælt og náttúruvakurt. 
Tað er tí ikki av tilvild, at fyrireikararnir av Norð Festivalinum, sum fyrstu ferð sá dagsins ljós í fjør, siga, at hetta helst er heimsins vakrasti festivalur. 
Flestu munnu halda, at bygdin, oyggin ella umhvørvið, har tey slitu sínar barnaskógvar, er hitt vakrasta – ella á ein hvønn hátt hitt mest sermerkta.
Tað halda tey sjálvsagt eisini á Viðareiði. 
Á Viðareiði er Ónagerð, sum er aldargamli prestagarðurin og kirkjan, sum er bygd í 1892. Undan hesar kirkjuni hava í gamlari tíð eisini aðrar kirkjur verið á Viðareiði. 
Viðoyggin eigur eitt av hægstu forbergum í Evropa - Enniberg - sum steyrrætt stingur seg 754 metrar upp úr havinum og er norðasta stað í Føroyum.    
Her er eisini Villingardalsfjall, sum er 844 metrar høgt. Hetta er hægsta fjall í Norðoyggjum og triðhægsta fjall í Føroyum. 
Um summarið er vanligt at gera gongutúrar út á Enniberg, og ein siglitúrur undir Ennibergi er eisini sermerktur.
Í skúlagarðinum á Viðareiði er lutfalsliga nýtt spælipáss, sum er opið fyri almenninginum eftir skúlatíð, og her ber væl til at stytta sær stundir, meðan børnini spæla.   
Tá Viðareiði fekk tunnilin fyri nøkrum árum síðan, gjørdi Articon eisini tríggjar stórar hyljar, róptir Spónhyljar á Viðareiði. 
Hetta umhvørvið er nú vorðið ein rættilig náttúrulund.
Við Spónhyljar eru gøtur og benkur, og her eru plantað trø, sum nú síggjast í umhvørvinum. Ljós eru við gøturnar, og her er rættiliga hugnaligt eitt góðveðurskvøld. 
Ein familjutúrur í góðveðri við Spónhyljar við einari kaffikannu og onkrum til børnini kann saktans gerast hugnaligur.
Mælt verður tó til, at børn ikki fara einsamøll oman í Spóghyljar, tí onkustaðni í hyljunum er bleytari tilfar. 
Í morgin verður so aftur bjóðað til Norð Festival. Fyrireikararnir vóru ovfarnir av undirtøkuni seinast, og lagt er upp til, at tiltakið helst verður enn størri hesaferð – og við upp aftur fleiri vitjandi gestum.
Viðareiði rúmar nógvum gestum, og Norð Festivalurin leggur upp til, at her verður nakað til øll, bæði til bygdarfólkið, vitjandi barnafamiljur og ikki minst fyri tey mongu, sum dáma tónleik.  
Á Norð Festivalinum verður undirhald fyri børnum og barnsligum sálum og framførslurnar og tónleikurin, sum verður á festivalinum, vendir sær til allar aldursbólkar.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##














