NORA fær fleiri umsóknir

Stórur áhugi er fyri at søkja um verkætlanarstuðul frá NORA, sum er norðurlendskt Atlantssamstarv í umráðnum, ið fevnir um Grønland, Ísland, Føroyar og norsku eysturstrondina.

Tá freistin at søkja var úti mánadagin 4. mars, hevði skrivstovan hjá NORA í Havn fingið 42 umsóknir, og sigur stjórin í NORA, Lars Thostrup, at seinnu árini eru umsóknirnar blivnar alt fleiri í tali.

– Fyri nøkrum árum síðani vóru einar 60 verkætlanir um árið, men í fjør var talið næstan uppi á 100 umsóknum, og tann gongdin sær út til at halda fram, sigur hann.

Havið og tess tilfeingi er framvegis tað, ið fyllir mest í NORA-umráðnum, og tað sæst eisini aftur í, at 16 av 42 umsóknum hesaferð eru innan fyri júst hav og havtilfeingi, men eisini eru fleiri umsóknir innan ferðavinnu, landbúnað og orku.

Nú skal metast um umsóknirnar, og endaliga avgerðin um, hvørjar fáa stuðul, verður tikin á árliga fundinum í NORA-nevndini, sum verður í Havn 4. juni. Vikuna eftir fáa allir umsøkjararnir svar.

Ein møguleiki verður tó aftrat í ár, og til seinna umfari er sett freist til 7. oktober, tá umsóknir skulu vera inni. Nærri kunning um, hvussu søkjast kann um stuðul, fæst á heimasíðuni hjá NORA, sum er www.nora.fo.