Norðvág á Vági eftir slógvi frá Holva Fish

Í vikuni var Norðvág, fyrrverandi Blikur, á Vági eftir slógvi og fiski.

Í vikuni var Norðvág, fyrrverandi Blikur (bygdur í 1978) á Vági eftir slógvi og fiski.

 

 

Farmaskipini Lómur og Blikur vóru fast runt føroysku havnirnar fyrr á leiðini millum Føroyar, Ísland og Danmark. Skipini bæði fingu ein “bylgjubrótara” sveisaðan uppá bógvin, tí teir silgdu nógv uppá ìsland og Danmark í ringum veðrið.

 

Hesi skip komu ofta á Vág  at lasta slógv og plattar við fiski.

 

 

 

Kelda:sudurras.fo 

Mynd: Torkil Strøm