Nýggj Gallup kanning vísir, at heili 81% av fólkinum í Norðstreymoy taka undir við, at samkynd kunnu ganga saman í borgarligt hjúnaband í Føroyum. Kring alt landið er meiriluti fyri at javnseta samkynd og hinskynd í hjúnabandslógini
Heili 81% av øllum borgarum í Norðstreymoy taka undir við, at samkynd kunnu ganga saman í borgarligt hjúnaband. Tað vil siga, kunnu vígast á ráðhúsum og sýsluskrivstovum, men ikki í kirkjum og samkomum. Harafturímóti siga einans 19% seg vera móti hesum.
Hetta er staðfest í nýggjari kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri LGBT Føroyar.
Í Suðurstreymoy og í Vágoynni er eisini stór undirtøka fyri samkyndum hjúnabondum. Í Suðurstreymoy siga heili 73% ja til spurningin og 72% í Vágoynni.
Suðuroyggin er eisini sera jaliga sinnað. Har siga 65% ja til samkynd hjúnabond og bara 29% siga nei.
Í restini av landinum fella tølini nakað. Tó er tað framvegis ein týðiligur meiriluti fyri, at samkynd skulu javnsetast við hinskynd í hjúnabandslógini. Í Eysturoynni siga 62% ja til spurningin um borgarligar vígslur fyri samkynd, í Sandoynni siga 60% ja og í Norðoyggjum siga 59% ja.
Størsta mótstøðan er at finna í Eysturoynni. Har siga 36% nei til javnrætt fyri samkynd.
Samlaðu hagtølini vísa, at 68% av øllum føroyingum taka undir við, at samkynd kunnu ganga saman í borgarligt hjúnaband. Tað er meira enn tveir triðingar av fólkinum.
- Seinastu árini hava alt fleiri samkynd valt ikki at flyta av landinum, bert tí tey eru samkynd. Tey hava valt at búgva í Føroyum og liva opið sum samkynd. Hesi búgva kring alt landið og hetta ávirkar uttan iva hugburðin til samkynd. Tey eru partur av gerandislívinum í bygdini/býnum og tað er í nærumhvørvinum, at fordómar verða brotnir niður, og tað sæst aftur í kanningini, sigur Eiler Fagraklett nevndarlimur í LGBT Føroyar
Løgtingið fær møguleika at taka støðu til javnsetan í hjúnabandslógini beint eftir Ólavsøku, tá ið Rigmor Dam, Bjørt Samuelsen og Poul Michelsen fara at leggja fram uppskot til broytingar í hjúnabandslógini.