Norðurmót

Tíðindaskriv

Beint áðrenn jól góðkendi ES endaliga Norðurmót ætlanina (Northern Periphery Programme), og skipanin er nú til reiðar at taka ímóti umsóknum um stuðul til verkætlanir.
Norðurmót er økismenningarætlan hjá ES, sum Føroyar hava fingið innbjóðing at luttaka í. Føroya landsstýri gjørdi tíðliga av at luttaka og hava Føroyar tí verið við í fyrireikingunum av ætlanini. Norðurmót fer at brúka umleið 27 mió. kr. um árið fram til 2006 til stuðul til verkætlanir. Av hesum kostnaðinum bera Føroyar sín part.
Samstarvið fevnir um norðastu partarnar av Finnlandi, Svøríki, Noreg og Skotlandi umframt Grønland og Føroyar. Ísland kemur væntandi við í næstum. Av felags áhuga fyri hesi londini er:
? tørvurin á at betra um kappingarførið fyri at viga upp ímóti frástøðu og spjaddari búseting
? at viðurkenna og fult út nýta náttúrutilfeingi og menniskjaligt tilfeingi, sum eru serlig fyri økini
? at stuðla og menna samfeløg sum hava trupulleikar av minkandi fólkatali og tænastum
Norðurmót hevur út frá hesum raðfest trý høvuðsøki ? samskifti, burðardygg búskaparlig menning og samfelagsmenning, og fer at veita stuðul til verkætlanir innan hesi. Í talvuni sæst nágreiniligari hvørji sløg av verkætlanum verða stuðlað.
Føroyskar fyritøkur, stovnar, undirvísingar- og granskingarstovnar, kommunur o.fl. fáa við hesum betri møguleika at taka upp mennandi samstarv við samstarvspartar í grannalondunum. Til dømis kunnu virkir fara saman við almennum stovni ella ráðgevingarfyritøku í samstarv við útlendingar um verkætlan.
Møguleiki kann í ávísum førum eisini vera fyri at fáa partvísan stuðul frá NORA til Norðurmót verkætlanir, ella at menna eina verkætlan ávegis við stuðli frá NORA og at søkja Norðurmót um stuðul til framhald saman við samstarvspørtum úr ES.
Tey, sum hava áhuga í stuðli frá Norðurmóti mugu sum tað fyrsta finna sær samstarvspartar. Norðurmót skipar í hesum sambandi fyri tveimum ráðstevnum um árið, har verkætlanir verða lagdar fram og møguligir umsøkjarar kunnu hittast. Herumframt hjálpir Norðurmót við at miðla uppskot um verkætlanir til møgulig áhugað. M.a verður ein skrá yvir verkætlanir gjørd í sambandi við ráðstevnurnar.
Tann fyrra av ráðstevnunum í ár verður í Finnlandi 28. februar - 1. mars og tann seinna verður í Íslandi í heyst.
Tað er ein treyt, at verkætlanir skulu hava luttøku úr minst trimum londum, og at minst eitt av hesum er ES-land. Tann samstarvsparturin, sum hevur leiðsluna av verkætlanini, skal vera úr ES-landi ella Noregi.
Norrøna Atlantssamstarvið (NORA) virkar sum samskiftisskrivstova hjá Norðurmóti í Føroyum. Tey, sum vilja hava fleiri upplýsingar, og tey, sum á einhvønn hátt hava brúk fyri hjálp til at fremja verkætlanir innan Norðurmót, eru vælkomin at venda sær til NORA (www.nora.fo). Til ber eisini at venda sær beinleiðis til høvuðsskrivstovuna hjá Norðurmóti www.northernperiphery.net

Norrønt Atlantssamstarv
Kaspar Lytthans / Lis Hammer