Norðurlendsku fótbóltssambondini stuðla Aleksander Ceferin at stilla uppaftur til UEFA forseta næstu fýra árini. Forsetavalið verður í februar komandi ár. Seinasta vikuskiftið hittust tey seks norðurlondini til árliga Norðurlandafundin, sum í ár bleiv hildin í Helsinki í Finnlandi.
Á fundinum varð full semja millum forsetarnar í Danmark, Føroyum, Finnlandi, Íslandi, Noreg og í Svøríki at kunngerða teirra stuðul til Mr. Aleksander Ceferin, sum framhaldandi foresta fyri Evropeiskan fótbólt komandi fýra árini.
Øll Norðurlendsku fótbóltssambondini hava í dag kunnað umsitingina í UEFA um, at tey stuðula Aleksander Ceferin. Hann var eitt ókent navn í altjóða fótbólti, tá hann bjóðaði seg fram blíva UEFA-forseti.
Les eisini: UEFA-forsetin er eitt óskrivað blað
Fótbóltssambandið atkvøddi tá fyri øðrum valevni, men vitandi um at Aleksander Ceferin fór at vinna, eftir at Michel Platini mátti frá. Forsetavalið í evropeisku fótbóltssamgonguni verður á 43. UEFA aðalfuninum, sum verður í Rom í Italia tann 7. februar 2019.