Norðurlondini stóðu seg væl

Fleiri av okkara grannalondum hava í kvøld fingið góð úrslit til venjingardystir sum hava verið spældir

Fult av venjingardystum millum landslið hava í kvøld verið spældir.

 

Sæð við føroyskum fótbóltsbrillum, hava dystirnir hjá okkara grannalondum, Danmark, Svøríki og Íslandi helst havt størst áhuga.

 

Og øll tey londini fingu í kvøld góð úrslit í teirra venjingardystum.

 

Tað einasta av teimum, sum ikki vann sín dyst, var Danmark, sum á útivølli móti Kekkia spældi 1-1 javnleik. Danmark var tó tað landið av norðurlondunum, sum hevði truplasta dystin á pappírinum.

 

Hini bæði, Svøríki og Ísland vunnu bæði sínar dystir. Svøríki vann 2-0 á útivølli móti Ungarn, meðan Ísland vann 2-0 á útivølli móti Malta.

 

Aðrir spennandi dystir vera eisini spældir í løtuni. Millum annað spæla Ongland og Spania. Har er í løtuni gott og væl 75 minuttir leiktir, og Ongland er á odda 2-0. Adam Lallana og Jamie Vardy hava higartil skotið málini fyri Ongland.

 

Klokkan 23:30 í kvøld vera eisini nakrir landsdystir úr Suður Amerika spældir. Tá spæla millum annað Argentina og Kolumbia, umframt at Chile og Uruguay eisini møtast. Báðir dystirnir vera vístir á Televarpinum, á ávikavist Tv3Sport 1 og Tv3Sport