Norðurlondini sluppu ikki upp í part

Hvørki Finland ella Ísland megnaði av vinna seg víðari til finaluna í Melodi Grand Prix

Fyrra semifinalan í Melodi Grand Prix hevur verið í Stockholm í kvøld, men tað gjørdist einki fagnaðarkvøld sæð við norðurlendskum eygum.

 

Finland og Ísland vóru við í fyrru semifinaluni og skuldi vinna sær pláss í finaluni leygarkvøldið, men bæði gjørdust ov stutt.

 

Hvørki Gréta Salóme úr Íslandi ella Sandja úr Finlandi megnaðu at hugtaka hyggjarar, áhoyrarar og dómararar í nóg stóran mun.

 

Tað gjørdi haraftur ímóti russiski stórfavoritturin Sergey Lazarev við sanginum You Are The Only One. Veddingarfyritøkur og serfrøðingar meta hann hava sera góðan møguleika at vinna finaluna leygarkvøldið.

 

Saman við honum komu Aserbadjan, Holland, Ungarn, Kroatia, Eysturríki, Armenia, Tjekkia, Kypros og Malta víðari.

 

Hóskvøldið skulu Noreg og Danmark royna seg.