Norðurlondini í kalda krígnum er evnið í næsta fyrilestrinum, sum Norrøna Felagið í Føroyum skipar fyri sigur Norrøna felagið í tíðindaskrivi
Sámal Tróndur Finsson Johansen, søgufrøðingur, sum skrivaði ritgerðina ?Føroyar í kalda krígnum?, fer at greiða frá støðuni hjá Norðurlondum í kalda krígnum.
Fyrilesturin er almennur, og hann verður í Norðurlandahúsinum mikudagin 23.apríl kl.19.30.
Á aðalfundinum hjá Norrøna Felagnum í Føroyum varð Carita Björklund vald í nevndina fyri Elina Michelsen, sum bar seg undan afturvali. Hallstein Sigurðsson varð afturvaldur í nevndina.
Nevndin hevur skipað seg, og Eyrith Leyni heldur fram sum forkvinna. Hallstein Sigurðsson heldur fram sum næstformaður. Hinir í nevndini eru Jóannes N. Dalsgaard og Kári á Rógvi.
Norrøna Felagið í Føroyum hevur fingið heimasíðu: www.norden.fo <http://www.norden.fo/> stendur í tíðindaskrivi frá felagnum, hvørs skrivari er Høgni Djurhuus, journalistur.