EM UNDANKAPPING
Í summar vóru bæði Danmark og Svøríki við í HM endaspælinum í Suðurkorea og Japan. Tað kann væl vera, at fleiri av brøðratjóðum okkara fara at vera uppií, tá fimtan europeiskar tjóðir saman við vertunum fara at dystast í EM endaspælinum, sum á sumri 2004 verður í Portugal. Men einki norðurlendskt land vann, tá fyrsta umfar í undankappingini var á skránni leygardagin.
Danmark var í Noregi. Úrslitið var 2?2. Undan dystinum var nógv tosað og skrivað, og tað hevur tað eisini verið eftir dystin. John Carew, sum var settur á vøllin í 2. hálvleiki, javnaði í 93. minutti til 2?2. Jon Dahl Tomasson legði tvær ferðir Danmark á odda, eftir at fyrrverandi liðfelagin hjá Toda Jónsson, Niclas Jensen, sum nú spælir í Manchester City, frágera væl hevði spælt hann leysan dygst undir málinum. John Arne Riise úr Liverpool skoraði fyrra málið hjá Noregi.
Merkisvert var tað, at eingin spælari úr donsku superliguni var á vøllinum.
Í donsku pressuni hevur verið funnist at danska avrikinum, sum ikki varð hildið at vera serliga sannførandi ? hvørki í verju ella álopi. Danski venjarin, Morten Olsen, heldur atfinningarnar vera tað bera tvætl og vísir á, at tað altíð er torført at spæla ímóti liðum, sum eru so primitiv í spælistíli, sum hann heldur Noreg vera.
Í Noregi eru teir, sum vera man, ikki so glaðir fyri danska venjaran, sum teir halda vera hástóran. Ábyrgdarpersónar kring norska liðið verða í norsku pressuni endurgivnir fyri at siga, at Morten Olsen hevur ikki skil fyri fótbólti, tá hann sigur, sum hann ger. Víst verður á, at Noreg hevði nógv meiri spæl og nógv fleiri møguleikar, enn Danmark hevði.
Svøríki framvegis ósigrað
Sviar vóru í Riga, sum heilt síðani víkingatíðina hevur havt nógv samband við norðurlendsku tjóðirnar.
Svøríki kom hesa ferð til hús við málleysum javnleiki. Hetta var kanska minni, enn teir høvdu vónað, men dystargongdin var soleiðis, at sviar skulu vera nøgdir. Letland hevði serliga í 2. hálvleiki nógv spæl, og í 65. minutti rakti Marian Pahars í stólpan.
Merkisvert er tað, at nú hevur Svøríki spælt seytjan undankappingardystir, uttan at teir hava tapt, og venjaraparið Tommy Söderberg og Lars Lagerbäck hevur framvegis ikki roynt at tapa í undankapping.
Finnland legði fyri við heimadysti ímóti Wales, sum ongantíð hevur verið við í nøkrum endaspæli, og sum avgjørt ikki telist millum fremstu fótbóltstjóðirnar í Europa. Tí var tað satt vónbrot fyri finnar, at teir taptu 2?0 á olympiska leikvøllinum.
Ísland hevði frívikuskifti. Fyrsti dysturin hjá teimum verður á heimavølli leygardagin 10. oktober. Grannar okkara fyri vestan hava nógv at liva upp til, tí teir skulu spæla ímóti Skotlandi!