Norðurlond hava orðið á Býarbókasavninum

Í Sambandi við at Norðurlandaráðið fyllir 50 ár, skipar Býarbókasavnið fyri barnatiltaki.
Tiltakið verður mánamorgunin klokkan 10.
Á tiltakinum fara tey at lesa søguna ?jólatræið? úr Mumibókini ? Tað ósjónliga barnið?, sum Tove Jansson hevur skrivað.
Hetta er ein søga, har tað hugtakandi verður sagt frá, hvussu mumihúskið fyrstu ferð heldur jól.
Tað er Alexander Kristiansen, sum hevur týtt søguna til føroyskt til tiltakið mánadagin.
Annars sigur Bókasavnið í tíðindaskrivi, at Edward Fuglø hevur teknað ársins plakat. Hann fekk barnabókavirðislønina hjá norðurlandaráðnum í fjør og plakatin í ár er tikin úr norrønu ævintýrheiminum við støði í føroyskum sagnum.