Norðurlond fáa nýggjan hugskotsbanka

Vísmannanevnd er sett at greina framtíðar avbjóðingar, Norðurlond eru í felag um

Stjórnirnar í ymsu Norðurlondunum vilja hava eitt boð uppá felags avbjóðingarnar, sum Norðurlond standa yvir fyri, nú ártúsundskiftið nærkast. Tí hava samstarvsráðharrarnir í Norðurlondum á fundi í Reykjavík 15. juni heitt á Norðurlendska Ráðharraráðið um at seta niður eina vísmannanevnd, sum skal lýsa ein ella fleiri tættir, ið viðvíkja norðurlendsku samfeløgini í byrjanini av nýggja ártúsundskiftinum.

Tað verður Jón Sigurdsson, stjóri í Íslandi, ið verður formaður í nevndini. Hinir limirnir eru Britta Lejon, ríkisráðskrivari úr Svøríki, Ole Norrback, sendiráðharri úr Finnlandi, Tove Bull, rektari úr Noregi, Lykke Friis, Ph.D. úr Danmark, Marianne Jensen, landstingslimur úr Grønlandi, Jóannes Dalsgaard, deildarstjóri í Mentamálastýrinum í Føroyum, og Anders Ingves, samskipari av Álandi.

Vísmannanevndin skal verða liðug við álitið 1. september næsta ár. Niðurstøðurnar, ið vísmenninir koma fram til, verða settar á dagsskránna, tá ið Norðurlandaráðið kemur saman til fundar á heysti næsta ár.