Nordplus er útbúgvingarskipan undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum vendir sær til fólk í skúlaverkinum, stovnar og felagsskapir, sum vilja samstarva um útbúgving í norðurlondum og baltalondum.
Við skipanini kunnu fólk úr londunum vitja hvønn annan, fyri at stimbra og kunna um læring og útbúgving.
Lív og læring
Í Nordplus er ein rammuskrá, sum fevnir um fýra skipanir, ið venda sær til ymsar málbólkar. Líka úr barnaskúla til hægri lestur. Hesar fýra skipanir eru:
– Nordplus Junior, sum er ætlað til menning av norðurlendskum-baltiskum samstarvi á skúlaøkinum. Skipanin vendir sær til skúlafólk, lærarar og næmingar og um barnagarðar, forskúlar, privatskúlar, fólkaskúlan og allir miðnámsskúlar.
– Nordplus Hægri Útbúgving er til menning av samstarvið millum lesandi, lærarar og onnur starvsfólk innan hægri útbúgvingar.
– Nordplus Vaksin til menning av samstarvi um fólksliga upplýsing og undirvísing av vaksnum. Skipan er til øll feløg, áhugabólkar, stovnar og skúlar, sum hava við vaksnalæring at gera.
– Nordplus Horisontal er ein tvørgangandi skipan, ið leggur upp til, at stovnar av ymsum slag arbeiða saman og bróta upp úr nýggjum. Verkætlanir, sum fara útum vanligu bólkarnar, og sum arbeiða við meiri kompleksum málum.
Menna mál og mentan
Umframt Nordplus rammuskránna er ein skipan, ið nevnist Nordplus Mál og Mentan. Hendan vendir sær bert til norðurlendingar, og endamálið er at menna støðuna hjá norðurlendsku málunum og stimbra áhugan um mentan, mál og lívskor í Norðurlondum. Innan hesa skipan ber til at søkja stuðul til eitt nú umbýti millum flokkar í fólka- og miðnámsskúlum, fyriskipan av ráðstevnum, skeiðsvirksemi og stovnsetan av fakligum netverkum.
Veðurlagsbroytingar fremst
Ymsu skipanirnar hava nøkur satsøki, sum stuðul kann veitast til. Nógv áhugaverd evni eru at velja millum, eitt nú menning av lesiætlanum, heilsa, yrkisútbúgvingar og fyribyrging av fráfalli hjá næmingum. Tó eru veðurlagsbroytingar fremsta raðfestingin fyri allar Nordplus skipanir í ár.
LES MEIRA HER:
Kunning um Nordplus og hvussu søkt verður: www.nordplusonline og í Nordplus hondbókini, A handbook for the Framework Programme. Eisini veitir Altjóða Skrivstovuni fegin kunning á tel. 322065. Umsóknarfreistin er 2.mars 2009.
--
FAKTA
Nordplus skal styrkja norðurlendska-baltiska felagsskapin og samleikan við støði í søguligu, mentanarligu og demokratisku felagseyðkennunum hjá londunum.
Hetta letur upp fyri spennandi avbjóðingum fyri føroyingar at samstarva við fólk og stovnar í Norðurlondum og Baltalondum.