Norðurlendskur Náttarravnadagur

Í dag er norðurlendskur Náttarravnadagur. Hetta er byrjanin til eitt norðurlendskt samstarv millum øll Nátttarravnafeløgini í Norðurlondum. Feløgini halda, at nú er stundin komin til at gera eina felags samstarvsavtalu

Náttarravnadagurin verður hildin í øllum Norðurlondum í dag, leygardagin 6. september. Umframt at vera byrjanin til eitt samstarv, so verður hesin dagurin afturvendandi, har tey lokalu feløgini fara at vísa, at tey eru til við ymsum almennum tiltøkum. Eisini í Havn fara tey at seta sín serstaka lit á gøturnar.
Náttarravnarnir fara allir, sum kunnu, út í býin at ganga í teirra eyðkendu gulu jakkum. Tey fara at býta tilfar út um Náttarravnarnar og práta við tey, sum vilja vita meira um felagsskapin.
Í gongugøtuni í Havn verður eitt kaffiborð, har tey fara at selja kaffi, kakao og heimabakað.
Frá felagsskapinum verður sagt, at tey fegin vilja koma á tal við fólk og hoyra teirra hugsan um, hvussu trygdin og trivnaðurin hjá ungdóminum í høvuðsstaðnum kann økjast. Felagsskapurin vónar at fáa nógvar nýggjar limir, og møguleiki verður eisini til at tekna seg sum stuðulslim. Fyri 100 krónur um árið kunnu øll privatfólk stuðla Náttarravnunum, meðan fyritøkur, feløg, handlar, stovnar og onnur kunnu gerast stuðlar fyri 500 krónur um árið.

Norðurlendsk ráðstevna í 2004
Í samstarvsavtaluni, sum byrjar í dag, verður avtalað, at tað skal verða hildin ein Norðurlendsk ráðstevna 4.-5. september 2004. Á ráðstevnuni verður ljós kasta á at vísa, hvussu vanlig ábyrgdarfull vaksin kunnu verða við til at økja um lokalu trygdina og lívsgleðina hjá børnum og ungum ? uttan at tað krevst tað stóra av tí einstaka, og í góðum samstarvi við almennar og privatar samstarvsfelagar.
Eitt mál er, at Norðurlondini senda hvør sítt stjórnarumboð til ráðstevnuna ? helst stjórnaleiðaran, fyri at stuðla upp undir tað sjálvbodna fyribyrgjandi arbeiðið, sum allar stjórnirnar eftirlýsa.
Náttarravnarnir gera mun. Tað vísa hagtøl í hinum Norðurlondunum. Í onkrum føri er talan um eina lækking upp á 50 % í herverki og harðskapi, bara tí at Náttarravnarnir eru tilstaðar. Ein ravnur leggur seg ongantíð beinleiðis upp í trupulleikar á gøtuni, men bara tað at teir eru har, hevur sum sagt gjørt mun.
Í Svøríki eru 290 lokalfeløg, 360 eru í Noregi, 120 í Danmark, fimm í Grønlandi og nøkur eru í Finnlandi eisini. Í Føroyum er so bara tað eina lokalfelagið enn, og tað hevur tvey ár á baki nú. Enn finnast ongi føroysk tøl fyri, at staðfesta, hvørja ávirkan Náttarravnarnir hava herheima, men tað er ongin ivi um, at Náttarravnarnir við at ganga í gøtunum um náttartíð økja um trygdarkensluna hjá teimum ungu.