Norðurlendskur náttúruverndarfundur

Norðurlendsku náttúruverndarfeløgini hittast á hvørjum ári í einum av norðurlendsku londunum til fundar at viðgera felags mál og støðuna innan náttúru- og umhvørvisvernd í londunum hvørs sær.
Føroya Náttúruverndarfelag hevur luttikið á hvørjum ári síðan felagið varð stovnað í 1980 og fundir hava eisini verið hildnir í Føroyum.

Tíðindaskriv

Felags mál av týdningi eru uppfylging av Nordisk Miljøhandlingsplan, ið varð samtykt í 1998, har lagt verður upp til at londini taka til sín og gera langtíðarætlanir fyri burðardyggari menning innan øll øki í samfelagnum. Arbeiðsætlanin er beinleiðis úrslit av Rio-sáttmálanum við Agenda 21 skjalinum og veðurlagssáttmálanum sum støði.
Kyoto-protokollin frá 1997 verður skoðað sum sera týdningarmikið skjal, ið norðanlond og náttúru-verndarfeløgini leggja stóran dent á at fylgja upp við miðvísum tiltøkum.

Náttúruverndarmál annars eru í einstøku londunum ymisk alt eftir støðuni hvør sær. Londini kring Eystrasalt hava allatíð eyga við dálkingarstøðuni frá m.a. olju og evnafrøðiligum evnum, men takast eisini nógv við lívfrøðiliga margfeldni og tryggjan av hóttum dýrasløgum. T.d. hevur úlvur havt ring kor í norður Noreg, Svøríki og Finnlandi. Ov nógv varð skotið av úlvi og minkingin bleiv ov stór til at hann kundi ganga heilt undan sum serstakur stovnur. Bjarnir hava eisini havt ring kor, men eru nú aftur tryggja liviumstøður.
Dálkingastøður eru ymiskar í landbúnaðarlondum sum Danmark og Svøríki, har fylgt verður væl við gongdini innan nýtslu av køvievnum, eiturevnum og taðing, ið alt ávirkar liviumstøður bæði hjá fólki og náttúru annars. Nýtslan av hormonlíknandi evnum í ídnarvørum, leikum til børn og annað, er týdningarmikið mál, ið eisini verður havt frammi.

Náttúruverndarfelagskapirnir í norðanlondum eru sera væl virkandi og havt gott samstarv við stjórnir, amt og kommunur. Feløgini eru høgt í metum fyri tað stóra arbeiði hesi leggja eftir seg at tryggja fólki og náttúru so góðar umstøður sum gjørligt.

Serstakt felags mál, ið arbeitt hevur verið við í fleiri ár, er skipan av friðaðum økjum og tjóðar-gørðum. Dentur verður lagdur á at tryggja órørda náttúru og skipa øki sum kunnu mynda land og tað eyðkenda her finnist. Villini fuglur og plantur, serstøk lendisfyribrigdi, áir og vøtn, jarðafrøðilig serstøk øki og øki, ið kunnu vísa á serstaka mentan, verða løgd út eftir treytum, ið tryggja ímóti mannaskaptari ávirkan, og tó so at fólk hava atgongd til at kunna njóta og uppliva hesi serstøku øki.
Seinru árini hava tjóðargarðar eisini fingið stóran týdning í ferðavinnuhøpi og draga hesir hópin av vitjandi til sín. Dentur verður lagdur á heisubót og upplivingar, ið eru heilt serstakar.
Flestu norðanlond hava nógvar væl skipaðar tjóðargarðar. Danmark hevur lagt út 5 stór øki, ið skulu umboða danska náttúru burturav, og í Grønlandi verður miðvíst arbeitt við skipan av tjóðargørðum.
Føroya Náttúruverndarfelag hevur roynt at vísa landsstýrinum á, at vit kunnu skipa fleiri tjóðar-garðar, ið kunnu lúka norðurlendskar og altjóða reglur.

Fundurin verður hildin fyrstu dagarnar í august á gistingarhúsinum í Øravík, og verða m.a. framløgur um náttúru- og havumhvørvið í Føroyum. Burðardygg menning í norðanlondum er á breddanum til felagsfund við innbodnum luttakarum umboðandi kommunurnar í Suðuroy, løgtings-limir úr Suðuroy, kunningarstovurnar, ferðavinnurekandi og frítíðarfeløg í oynni. Miðlarnir fáa eisini innbjóðing og vóna vit at náttúru- og umhvørvisverndarmál verða væl lýst.

Nevndin í Føroya Náttúruverndarfelag