Norðurlendskur fundur um húsdjór hildin í Føroyum

Nordisk Genbank for Husdyr, NGH hevði fund í Føroyum 8. - 10. februar

Tíðindaskriv

Reinrøktaði (DK = renavlede) húsdýr, kynbøtt í vesturheiminum, eru nú við at beina fyri stórum parti av teimum staðbundnu húsdýrasløgunum um allan heimin. Mátin at hava húsdýr er eisini broyttur heilt og fult hesi seinastu 50 árini. Nú er meira talan um ídna heldur enn húsdýra hald. Stóru brúkini vilja hava dýr, sum ikki víkja nógv frá hvørjum øðrum.
Tað hevur við sær, at lívfrøðiliga margfeldið hjá húsdýrunum minkar fyri hvøn dag sum gongur.
Hettar hevur gjørt, at fólk og myndugleikar víða um heimin eru við at vakna, og royna nú at bjarga teimum staðbundnu húsdýrasløgunum. Í Norðurlondum verður almenni parturin av hesum arbeiði røkt av sokallaðum "ílegutilfeingisnevndum" (DK = genressourceudvalg) fyri hvørt einstakt landið. Norrøna Ráðharraráðið hevur stað-fest, at tað er ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum landi sær at skipa fyri, at gomlu húsdýrasløgini ikki fara fyri bakka. Sama ábyrgd er áløgd londunum sambært Rio-sáttmálanum og ST-sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi frá 1994. Norðurlondini hava skipað sítt samstarv í Nordisk Genbank for Husdyr, NGH, sum hevur sæti í Ås í Noregi, sjá heimasíðuna: www.ngh.org
Nú er støðan tann, at sjávt tey stóru feløgini, sum fyriskipa kynbøting av hús-dýrum, eru við at vakna, og hava meira og minni staðfest, at skulu tey bøta um sløgini leingi framyvir og hava møguleikan av broyta kynbótaætlanina munandi, er neyðugt at bjarga gomlu húsdýrasløgunum ? tí í teimum finnast eginleikar, sum í dag eru reinrøktaðir burtur í teimum nýggju sløgunum, bæði tilvitað og ótilvitað.

Neytini:
Fyri nøkrum árum síðani var NGH við til at fíggja kanningar av, hvussu norðurlendsku neytasløgini eru í ætt hvørt við annað. Einki tilfar varð tá fingið til vega úr Føroyum. Eingin í Føroyum visti um kanningina fyrr enn aftaná, at hon var gjørd. Tískil komu tey føroysku neytini, sum tá vóru eftir, ikki við í kanningina. Tí vita vit einki um okkara gamla neytaslag, sum nakað var eftir av tá, hóast alt.
Nú er enn minni - um tað er nakað - eftir av slagnum, og tað, sum er eftir, er enn meira blandað.
Skal nakað munagott gerast fyri at bjarga tí, sum møguliga er eftir, er neyðugt at fáa staðfest, hvørji einstøk neyt hava nakað av gamla slagnum í sær. Úr tí tilfarinum er neyðugt at royna at byggja stovnin nakað uppaftur. Ivasamt er, um tað letur seg gera, men skal tað gerast, mugu vit hava nógva góða fakliga hjálp til tess.
Nú verður kanska ein kanning gjørd fyri at finna fram til um nakað er eftir ella ikki.

Seyðurin:
Í 1999 var NGH við til at fíggja eina tilsvarandi kanning av seyði. Tá gjørdi íslendska umboðið í NGH-stýrinum, Emma Eyþórsdóttir, vart við, at seyðurin í Føroyum ikki var við. Blóðroyndir vóru tiknar av 20 seyðum í Føroyum, sum komu við í kanningina. Tað úrslitið verður almannakunngjørt um stutta tíð.
Seyðurin í Føroyum er ikki beinleiðis hóttur. Neyðugt er tó at vera á varðhaldið, tí í ávísum øki bendur ymiskt á, at nógv er blandað uppí av fremmandum seyði. Men tað skulu nærri kanningar til fyri at staðfesta, at so er. ? Vit hava ikki førleikan í landinum at gera slíkar kanningar.
Skal seyðurin í Føroyum nøkta part av okkara tørvi av seyðakjøti, við teimum krøvunum, sum framtíðar nýtarin kemur at seta, er neyðugt at fara undir miðvíst kynbótaarbeiði. Og tá er neyðugt at vita, hvussu tað skal gerast, fyri ikki at hótta seyðastovnin, ella at broyta hann meira enn ætlað.

Rossini:
Eingin alment fyriskipað norðurlendsk ella europeisk samanberandi kanning er enn gjørd við nýggjari tøkni (DNA kanningar) at staðfesta ættarsambandið millum norðurlendsku rossastovnarnar, ella teirra samband við rossastovnar í t.d. Bretlandi og Norðurevropa annars. Ein norsk doktararitgerð frá 2001 hevur tó, við støði í DNA kanningum, viðgjørdi ættarsambandið millum norsku rossasløgini Fjordhest, Lynghest, Dølehest og Kaldblodstraver. Harafturat samanbar norsku rossini við Íslandsrossið, Shetlandsponyin og Mongolska rossið. Tíverri var Føroyska rossið ikki við í hesi sera forvitnisligu kanningini.
Eldri kanningar hava víst, at føroysku rossini tykjast vera í ætt við ensku Exmoor rossini.Vónandi fær Føroyska rossið pláss í teirri evropeisku, ES fíggjaðu, verkætlanini, ið sigst vera undir fyrireiking.
Skal føroyski rossastovnurin vera lívførur í longdini, er avgjørt neyðugt við tiltøkum. Tíbetur varð møguligt at taka sáð undan stórum parti av verandi greðingastovni síðsta heyst at frysta í sáðgoymslu (genbanka). Landskassin lat góðan stuðul til tess. Men hettar er ikki nóg mikið til at varðveita stovnin á burðardyggum støði. Neyðugt er, at stovnurin verður væl størri, enn hann er nú. Sum nú er, eru bert 13 fullbúnar ryssur og 5 ryssur millum 5 og 2 ára gamlar.
At hava nokk av frystum sáði í tangum á Royndarstøðini, men alt ov fáar ryssur at ala undan, bjargar ikki stovinum.
At økja stovin munandi gerst ikki eftir eini løtu, og kynbótaarbeiðið kann ikki koma uppá tal, fyrr enn stovnurin er minst fjórfald so stórur, sum hann er í dag, tvs. omanfyri 200 ross
Dunnur og gæs
"Talið av gásum í Føroyum var í mong ár í støðugari minking, og var í 1950-unum komið niður á eini 2000 fuglar. Gamla siðvenjan, at mong húski høvdu nakrar dunnur og/ella nøkur høsn, var um hetta mundið somuleiðis um at fána burtur.
Seinnu árini er rættulig vend komin í, og gæs og dunnur verða settar við víða um sum ongantíð áður. Útlendsk gása- og dunnusløg verða samstundis alt meira blandaði upp í upprunaliga fenaðin, og smærru føroysku sløgini eru nú mest sum trokaði av rókini av meira og minni blandaðum fuglum ella reinum útlendskum sløgum!
Ongin roynd hevur verið gjørd at kanna hvussu upprunaligi føroyski heimafuglurin er skildur við gása og dunnusløg í grannalondunum. Skulu virðismiklu íbygdu eginleikarnir í "gomlu" sløgunum varðveitast til komandi ættarlið, hevur tað stóran skund at taka um endan við miðvísari kynbótaætlan. "

Hundar:
Gomlu hundasløgini fóru fyri bakka av vansketni.

Eyrriðin
Eyrriðin er ikki eitt húsdýr, men vit mennikju hava ábyrgdina av at hann hevur liviumstøður.
Nógv bendur á, at føroyski eyrriðastovnurin hevur tað alt annað enn gott. Í støðum har áður heilt nógv var til, er hann mest sum útdeyður. Her er ein uppgáva, sum eigur at fáa eina loysn og ongantíð ov skjótt.

Húsdýrasløg og siðmentan
Skal náttúran uppi á landi í Føroyum gagnnýtast burðardygt og vera livandi og spennandi at ferðast í, er avgjørt neyðugt við lívførum húsdýrastovnum. Ikki minst hevur tað nógv at siga, at talan er um húsdýrasløg, sum vit eru glað fyri, og sum vit føla eru okkara. Tað saman er galdandi alla aðrar staðir.
Umfram at verða eitt tilfeingi av arvatilfari, eru gomlu húsdýrini ein partur av søguni. Tað er ikki fyrr enn nú, at tøknin er til at greina hesa søguna, og nógv forvitnisligt kemur støðugt undan kavi um hvussu húsdýrini hava breitt seg runt heimin.
Føroyar eru ikki limur í NGH, hvørki sum eygleiðari ella sum fullgildur limur. Vit hava heldur onga "ílegutilfeingisnevnd". Nógv at tí, sum hevur verið gjørt í Føroyum, hevur verið gjørt av áhugafelagsskapum og einstaklingum. Landsstýrið (Vinnumálaráðið) var tó við til at fíggja, at nakað av varðveitingararbeiði varð gjørt í 2002, og pengar eru aftur settir av fyri í ár. Almennir stovnar hava eisini verið beinasamir.
Seyðurin hevur nógv at siga í hugaheimi hjá nógvum fólki í Føroyum. Tí mugu vit ansa væl eftir, ikki at missa eyðkennini hann hevur við at lata tilvildarliga innblanding breiða seg um alt landið. Á sama hátt eigur at verð farið skilagott til verka, um farið verður undir miðvíst kynbótaarbeiði.
Vit koma at hava trupult við at bjarga rossastovninum uttan hjálp, og vit í Føroyum eru slett ikki før fyri at endurbyggja føroyska neytslagið uttan nógva og góða hjálp aðra staðir frá, um tað yvirhøvur letur seg gera.
Onnur lond eru ofta í somu støðu sum vit, men har eru sløgini ofta blandað rættuliga nógv, og ofta eru sløgini nógv.
Vit eiga at samstarva við onnur lond, og vera virkin í tí samarbeiðinum eftir førimuni. Og nú tá NGH hevur fund í Føroyum, er høvi at virka fyri, at Føroya verða ein partur av NGH, á ein ella annan hátt.
Samskipari fyri fundinum í Føroyum var gunnar Bjarnason á Føroya Jarðarráð.