Í Porkeri hava tey skrivað undir sáttmála við norðurlendska ráðharraráðið um Livandi søvn.
Í tí sambandi er norðurlendskur fundur í Porkeri í dag, har umboð fyri søvn í Íslandi og í Grønlandi eru til staðar.
Tað er bygdarsavnið í Porkeri, sum stendur fyri fundinum og endamálið er at fyrireika eina stóra ráðstevnu í heyst um livandi útisøvn.
Á teirri ráðstevnuni verður tosað um, hvussu útisøvn kunnu skipast.
Í Porkeri hevur bygdarsavnið gjørt nógv fyri at varðveita tað gamla og eitt nú hava tey gjørt gamla skúlan í bygdini til eitt fjølbroytt fornminnissavn og so eru tey eisini í ferð við at gera gamla býlinginum í Eystrum ístand. Har eru tey elstu húsini frá 16. Øld og sethúsini eru frá 19. øld.
Myndina, sum er úr Eystrum, hevur Erik Christensen, tikið