Norðurlendskur endabrestur

Handaligi og andligi skapanarhugurin hevur verið í hásæti seinastu dagarnar hjá teimum 200 ungu norðurlendingum á Ung i Norden. Sunnukvøldið varð úrslitið framført í Norðurlandahúsinum.



Ung I Norden lækkar móti endanum og teir nærum 200 útlendsku gestirnir fara av aftur landinum í dag og í morgin. Sunnudagin var Norðurlandahúsið fullsett av áskoðarum, sum høvdu leitað sær niðan at síggja úrslitið frá teimum 16 verksmiðjunum, sum hava verið handaliga og andliga skapandi í fýra dagar. Nógv innsløg vóru á skránni, og var tað ein sonn kavalkada av tónleiki, sangi, drama, dansi, upplestri og myndarøðum og úti í Klingruni var framsýning av fotomyndum og prenti. Nógv vinaløg eru knýtt tvørtur um norðurlandamørk og neyvan er nakar ivi um, at tey ungu, sum hava verið so heppin at sleppa at luttaka í Ung i Norden vera góð talsfólk fyri norðurlendska samstarvinum í framtíðini. Tað er við sorgblídni, at vit skiljast frá vinum og mann ikki onkur fellur eitt tár, tá skilnaðarløtan verður í dag ella í morgin. Vit lata myndirnar tala fyri seg.