Hondbóltur
Ísland spældi á triðja sinni javnt í hesum EM-endaspælinum. Í innleiðandi bólkinum spældu íslendingar fyrst 29-29 ímóti Serbia og síðani 37-37 ímóti Eysturíki – og dysturin millum Ísland og Kroatia í gjár endaði við javnleiki 26-26, eftir at Ísland hevði verið á odda 15-12 í hálvleikinum.
Ísland førdi við trimum ella fýra málum størsta partin av dystinum, men seinastu løtuna át Kroatia seg inn á leiðsluna, og tá 56 minuttir vóru farnir, var støðan javnleikur 23-23.
Seinasta lítla minuttin var Kroatia í álopsstøðu, og kundi havt vunnið 27-26, men tá diskaði Björgvin Gustávsson upp við tí týdningarmestu bjargingini í hesari EM-kappingini, tá hann í seinasta sekundi bjargaði einari kroatiskari skotroynd. Hetta eina stigið Ísland fekk í gjár, merkir at Kroatia hevur fimm stig og Ísland hevur fýra stig í millumbólki 1, eins og Danmark og Noreg.
Ólafur Stefánsson fekk aftur gongd á málskjótingina ímóti Kroatia. Í gjár skjeyt átta mál, umframt at leggja upp til fleiri onnur. Íslendingar vardu væl, men í seinna hálvleiki fekk liðið nakrar kostnaðarmiklar útvísingar. Sverre Jakobsson fekk reyða kortið, og íslendingar føldu seg eitt sindur burturdømdar. Men »strákarnir« eru so enn ósigraðir í EM-endaspælinum.
Noreg tók vertirnar
Noreg vann 30-27 á Eysturríki, eftir eina 15-12 leiðslu í steðginum. Tað var fullsett í Wien, og teir eysturríksku heimaáskoðarnir gjørdu sítt ítarsta fyri at stuðla Eysturríki.
Håvard Tvedten var rættiliga óður um tað harða eysturríkska verjuspælið, og segði við norska TV2, at eysturríkarnir sluppu ov lætt við sínum harða spæli.
Norski málverjin, Steinar Ege stóð ein rimmar dyst fyri Noreg, og í fyrra hálvleiki bjargaði hann 50 prosent av teimum eysturríksku royndunum.
Eysturríki var á odda við tveimum málum í fyrra hálvleiki, men tað eydnaðist norðmonnum at rista skelkin av sær, og at leggja seg trý mál fram um. Eysturríki helt á at stríðast í seinna hálvleiki, og størsti munurin millum liðini í dystinum var fýra mál. Men tá alt var liðugt mátti eysturríkarar lata seg noyða við eitt heiðurligt tap.
Danmark reistist
Danmark vann ein rættiliga tryggan 34-28 sigur á Russlandi í gjárkvøldið, og kom tað væl við eftir greiða tapið fyri Íslandi leygardagin. Hálvleiksstøðan var 18-13 til Danmark.
Russar vóru væl í byrjanini av dystinum, og liðini fylgdust fram til støðuna 9-9. Men í seinnu helvt av fyrra hálvleiki fór Danmark undan Russlandi, og tað nærmasta russar nakrantíð komu, var ein munur upp á tvey mál.
Danski venjarin, Ulrik Wilbek hevði valt Niklas Landin at byrja í málinum, í staðin fyri Kasper Hvidt. Og tað vísti seg at verða ein klók avgerð, tí Niklas Landin hevði eitt bjargingarprosent uppá heili 43 prosent. Russiska liðið var heldur ikki kappingarført við tað danska liðið, tá talan var um leikferð.
Millumbólkur 1 er vorðin ein norðurlendsk krúttunna, har Danmark, Ísland og Noreg øll hava fýra stig. Kroatia hevur fimm stig, Eysturríki hevur eitt stig og Russland hevur einki stig.









