Norðurlendsku starvsfelagarnir stuðla

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur í dag fingið stuðulsbræv frá sínum norðurlendsku starvsfeløgum

Sygeplejerskernes Samarbejde i Norden hevur í brævi til Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í dag boðað frá, at tey stuðla verkfallinum hjá felagnum. Harvið vísa  tey sín fulla solidaritet við sjúkrarøktarfrøðingunum, ið eru í verkfalli. 

340.000 norðurlendskir sjúkrarøktarfrøðingar eru limir í felagnum, og hesir standa saman við føroysku starvsfeløgum sínum í stríðnum fyri einum betri sáttmála.