Fyrsta umfar í bólkaspælinum í Europa League hevur verið spælt í dag og í kvøld. Talan var um heili 24 dystir.
Norðurlendsku liðini í kappingini fingu ikki nógv burturúr. FCK fekk sum tað einasta norðurlendska liðið stig umvegis 1-1-javnleik ímóti Zenit Skt. Pætursborg, men norsku Rosenborg og Sarpsborg umframt svenska Malmö FF taptu øll sínar dystir.
Premier League-feløgini í kappingini løgdu hinvegin væl frá landi. Bæði Arsenal og Chelsea vunnu nevniliga kravsigrar.
Merkisvert er tað, at eitt lið úr Luksemburg er við í bólkaspælinum. Talan er um F91 Dudelange, sum leingi helt tætt ímóti italska stórfelagnum, AC Milan, men tá ið samanumkom mátti lúta tepurt 1-0.
Úrslit:
Bólkur A
AEK Larnaca – FC Zürich 0-1
Ludogorets Razgrad – Bayer Leverkusen 2-3
Bólkur B
Celtic – Rosenborg 1-0
RB Leipzig – Salzburg 2-3
Bólkur C
FCK – Zenit Skt. Pætursborg 1-1
Slavia Prag – Bordeaux 1-0
Bólkur D
Dinamo Zagreb – Fenerbahce 4-1
Spartak Trnava – Anderlecht 1-0
Bólkur E
Arsenal – Vorskla 4-2
Sporting CP – Qarabag FK 2-0
Bólkur F
F91 Dudelange – AC Milan 0-1
Olympiakos – Real Betis 0-0
Bólkur G
Rapid Wien – Spartak Moskva 2-0
Villarreal – Rangers 2-2
Bólkur H
Lazio – Apollon Limassol 2-1
Marseille – Frankfurt 1-2
Bólkur I
Besiktas – Sarpsborg 3-1
Genk – Malmö FF 2-0
Bólkur J
Akhisarspor – FC Krasnodar 0-1
Sevilla – Standard Liege 5-1
Bólkur K
Dynamo Kiev – FC Astana 2-2
Rennes Jablonec 2-1
Bólkur L
PAOK Thessaloniki – Chelsea 0-1
Vidi FC – BATE Borisov 0-2