Norðurlendskt umbýti av starvsfólkum

Norðurlendska tænastumannaumbýtisskipanin ger tað møguligt hjá starvsfólki í landsfyrisitingini at fara til eitt av norðurlondunum at arbeiða í eina tíð. Stuðul verður veittur til at gjalda ferða- og uppihaldsútreiðslur hjá luttakara.
Skipananin hevur verið í gildi síðan 1979 og endamálið er at fremja norðurlendskt samstarv. Endamálið er somuleiðis at geva luttakarunum kunnleika til fyrisiting og lóggávu o.a. í hinum norðurlondunum.
Tað er ikki neyðugt at luttakari býtir um pláss við ein starvsfelaga í einum øðrum norðurlandi, tó er onki, sum forðar fyri hesum.
Í 2003 hava Føroyar fingið tillutað kr. 70.000,- at nýta til hesa skipan.
Skipanin virkar soleiðis
Skipanin fevnir um bæði tænastu- og starvsmenn. Uppihaldið kann vara millum 1 og 8 mánaðir í einum kalendaraári.
Stuðulin er í 2003 kr. 7.000,- um mánaðin umframt ferðaútreiðslur aftur og fram. Endurgjald verður einans latið fyri ferðing á bíligasta hátt.
Treytin fyri at fáa stuðul er, at viðkomandi fær frí við løn úr starvi sínum. Tíðin verður tald við í lønar- og eftirlønaraldrinum.
Tey, sum vilja nýta skipanina, mugu sjálvi gera avtalu við stovn í øðrum norðurlandi.
Luttakari skal senda Løgmansskrivstovuni eina frágreiðing um uppihaldið, áðrenn 3 mánaðir eru farnir eftir heimkomu. Heruppií ein stuttan samandrátt á skandinaviskum máli t.d. á donskum, sum Løgmansskrivstovan sendir avgreiðsluskrivstovuni hjá Norðurlandaráðharraráðnum.
Umsóknir
Umsóknir um stuðul skulu sendast Løgmansskrivstovuni ígjøgnum stýrið/leiðsluna á stovninum. Umsóknin skal innihalda fylgjandi upplýsingar:

1.Navn á umsøkjara, føðingardagur og bústaður
2.Starvsheiti, starvsaldur og starvsstaður
3.Arbeiðsuppgávur
4.Navn og bústaður á stovni, avtala er gjørd við og tíðarskeið
5.Upphæddin, sum søkt verður um - tíðarskeið og ferðaútreiðslur

Upplýsast skal, um umsøkjari hevur søkt um annan stuðul.
Umsóknin skal innihalda ummæli frá stovninum, har stovnurin sigur frá, um viðkomandi kann fáa tænastufrí við løn.
Umsóknarfreistin er 06. januar 2003. Umsóknir, sum koma inn aftaná hesa dagfesting verða bert viðgjørdar, um peningur er tøkur.
Nærri upplýsingar um skipanina fáast við at venda sær til Løgmansskrivstovuna - nýskipanardeildina og fáast eisini við at fara á heimasíðuna hjá Nordisk Ministerråd:
www.norden.org og hyggja undir Støtteordninger og Nordisk utbytestjänstgöring.