Norðurlendskt stríð um vælferðarsamfelagið

Teir svensku sosialdemokratarnir hava søkt um patent upp á tað norðurlendska vælferðarsamfelagið

Tað norðurlendska vælferðarsamfelagið er kent um allan heimin, men nú hava sosialdemokratarnir í Svøríki tikið eitt stig, sum kann enda sum eitt norðurlendskt stríð um, hvørjir politikarar løgdu lunnar undir okkara skipan við ókeypis heilsuviðgerð, almannatrygd og skúla.

Tað er svenski politikarin Inger Segelström, sum hevur fingið patentið skrásett hjá svensku myndugleikunum. Inger Segelström er ikki bara svenskur politikari, men eisini aðalskrivari í Samak, sum er felagsskapurin hjá teimum norðurlendsku sosialdemokratunum.

Teir donsku sosialdemokratarnir hava tó ongar ætlanir um at krevja patent upp á ta norðurlendsku vælferðarskipanina. Aðalskrivarin, Lars Midtiby, sigur, at flokkurin vil fegin taka lut í einum orðaskifti um søguna og framtíðina hjá teirri norðurlendsku vælferðarskipanini, men heldur ikki meiri.

Men ein dani er í hvussu er ikki fegin um tað svenska stigið. Bertel Haarder, fyrrverandi innanríkis- og heilsumálaráðharri og formaður í donsku sendinevndini í Norðurlandaráðnum, vil snøgt sagt ikki góðtaka, at sviar taka patent upp á ta norðurlendsku skipanina.

-Taka teir svensku sosialdemokratarnir ikki hatta málið aftur innan næsta fund í Norðurlandaráðnum, fara teir at fáa av at vita frá hinum flokkunum, sigur Haarder við kringvarpið DR. Eftir hansara tykki ber tað ikki til at taka patent upp á tað, sum hann kallar eitt "politiskt vørumerki".