Á Norðurlandaráðsfundi í Stockholm í vikuni mælti Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, til, at norðurlendska samstarvið verður víðkað til eisini at umfata Hetland, Orkney, Hebridurnar, Isle of Man og ávís øki á eysturstrondini í Kanada.
? Norðurlond kunnu bara fáa nakað gott burtur úr at víðka tað mentanarliga samstarvið við hesi øki, segði Jógvan á Lakjuni í sínari røðu.
Hann heldur, at tað skal verða uppgávan hjá Norðurlandahúsunum í útnorði at menna hetta samstarv, men hann legði dent á, at eisini politisku myndugleikarnir mugu virka fyri at víðka samstarvið til eisini at umfata grannarnar hjá útnorðurlondunum.