Havn: Við Norrønu mikudagin fingu tey ungu í KFUM vitjan av ikki færri enn tveimum ymiskum tensing-kórum úr Noregi.
Hetta eru kór, sum føroyska tensingkórið Sound og Glory hevur havt eitt ávíst samstarv við, og sum nú í felag hava fyrireika eina Føroya-ferð, har konsertin mánakvøldið er ein partur av hesi.
Teir 60 kórlimirnir 30 úr hvørjum landi eru í hesum døgum á legu á Sandi, har tey hugna sær, samstundis sum tey fyrireika seg til konsertina.
So mikið er greitt, at talan verður um eina sera áhugaverda konsert har fjølbroytt innsløg verða á skránni.
Ætlanin er, at føroyska kórið skal framføra nakrar sangir, eins og tey bæði norsku kórini hava sligið seg saman í eitt, og fara somuleiðis at framføra sínar sangir. Umframt hetta fara tey trý gospelkórini at syngja fleiri sangir í felagi.
Á skránni er ikki bert sangur og tónleikur, men har verður eisini ein partur við dansi og dramaleiki. Í steðginum fer ein tónleikabólkur at spæla nøkur løg.
Norsku gestirnir verða í Føroyum til 1. august.