Mikudagin komu norðurlendsku mentamálaráðharrarnir til Føroya. Talan er um ráðharrafund, umframt at Føroyar, Ísland og Grønland práta um mál av felags áhuga. Signar á Brúnni, landsstýrismaður við mentamálum, er vertur.
Hinir ráðharrarnir eru Elsebeth Gerner Nielsen, Danmark, Anne Enger Lahnstein, Noreg, Bjørn Bjarnason, Ísland, Lise Lennert, Grønland og Harriet Linnemann, Áland.
Signar á Brúnni og danski mentamálaráðharrin Elsebeth Gerner Nielsen undirskrivaðu í gjár samstarvsavtalu, ið hevur til endamáls at fáa føroyingum forngripir, ið er varðveitir á donskum søvnum, aftur til Føroya. Teirra millum eru Kirkjubøstólarnir.
Ferð í føroyska mentanarlandslagnum.
Tá gestirnir komu til Føroya mikudagin, var skipað fyri føroyakvøldið í Norðurlandahúsinum á kvøldi. Umframt ráðharrarnar, vóru embætisfólk og fólk við tilknýti til mentanarlív. Helga Hjörvar, stjóri í húsinum, beyð øllum vælkomnum og greiddi frá, at húsið hevur norðurlendska samanseting. T.d. er innbúgvið finskt, arkitektarnir norskir og takið er jú føroyskt.
Síðani fingu gestirnir ymsan føroyskan mat, meðan Stammen Stantchev spældi undir. Eftir hetta var ymiskt undirhald á skránni, har samansetingin var ein stutt ferð í føroyska mentanarlandslagnum.
Vár Jacobsen og Páll Danielsen vóru vertir og tey lýstu eisini føroyska dansin. Tey framførdu eisini yrkingar eftir J.H.O. Djurhuus. "Á um eg kundi kvøði", sum Kári Jacobsen hevði sett lag til og Súni Danielsen spældi afturvið. Tey framførdu eisini "Lívsmynd", umsett til norskt av Ivar Orgland. Afturvið vóru ljósmyndir við málningum eftir Mikines. Eisini var á skránni "Ver sterk mín sál", umsett til danskt av Poul P.M. Pedersen.
Enekk spældu og sungu. Havnarkórið sang undir leiðslu av Ólavi Hátún. Gríma framføri "Marra marra minni". Leikarar vóru Katarina Nolsøe og Kristina Hansen og Súsanna Tórgarð leikstjórnaði.
Dansifelagið í Havn endaði við dansi, og gestirnir sluppu eisini at royna seg.