Myndir
Myndirnar eru frá fundi hjá norðurlendsku pensionistafelagnum, sum varð hildin í Havn í fjør. Myndir Jan Müller
Pensionistar
Her verður skipað fyri nógvum ymsum tiltøkum. Teir skulu búgva á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin. Tað verða gjørdar ymsar ferðir kring landið, til Klaksvíkar, Viðareiðis, Saksunar, Gjáar, Fuglafjørð og aðrastaðni. Í Fuglafirði verður noðrulendsk guðstænasta.
Símun Poulsen frá pensionistafelagsskapinum sigur, at tilmelding kann fara fram longu nú á telefon/faks 444191. Tilmeldingin skal vera í seinasta lagi 15. apríl. Eisini pensionistar, sum ikki eru limir í nøkrum felag, kunnu vera við.
Nógv verður gjørt burtur úr hesum stevnudøgunum í grannalondunum, har tiltakið hevur fingið heitið ?Øerne i havet?.