keypsskálar
ICEX boðaði fyrr í vikuni frá, at samráðingarnar við OMX snúgva seg um tættari samstarv, men flestu staðni verður fráboðanin frá ICEX tulkað soleiðis, at ICEX ætlar at leggja saman við OMX.
Higartil hevur íslendski virðisbrævamarknaðurin lagt dent á at vera ein sjálvstøðugur virðisbrævamarknaður og hevur samstarvað við OMX um eitt nú SAXESS-handilsskipanina. Men nú tykist kósin vera broytt.
- Vit útihýsa ikki nøkrum møguleika í hesum sambandi, heldur ikki at ICEX leggur saman við OMX, segði stjórin í ICEX, Thordur Friðjónsson, við Børsen fyrr í vikuni.
Í fjør kannaði ICEX møguleikarnar fyri at leggja saman við hinum norðurlendsku virðisbrævamarknaðunum, men valdi at lata vera. Nú hevur ICEX so broytt meining, og orsøkirnar eru sambært stjóranum í ICEX tvær.
Onnur er, at nógvir virðisbrævamarknaðir bæði í Evropa og USA leggja saman. Hin er, at í oktober í ár kemur ein felags partabrævalisti fyri Danmark, Svøríki og Finnland. Tá ICEX í fjør kannaði møguleikarnar at leggja saman, var ógreitt, um øll íslendsk feløg sluppu á hendan listan.
- Nú er greitt, hvussu reglurnar verða, og at øll tey íslendsku feløgini verða við á listanum. Tað er heilt greitt ein stórur fyrimunur fyri íslendsku feløgini at koma við á listan, sigur Thordur Friðjónsson.
Gerst samanleggingin veruleiki, verður Virðisbrævamarknaður Føroya, ið er partur av ICEX, eisini partur av felags norðurlendska virðisbrævamarknaðinum.