Norðurlendski samleikin styrkjast

Børn og ung í Norðurlondum skulu hava størri ávirkan, heldur Norðurlendska Ráðharraráðið

NORÐURLOND
Børn og ung í Norðurlondum skulu hava størri ávirkan. Og arbeiðast skal ímóti nýnasismu og fremmandahati millum ung í Norðurlondum. Hetta eru tvey av høvuðsmálunum, sum Norðurlendska Ráðharraráðið undir leiðslu av norðmonnum, fer at virka fyri í ár. Laila Dåvøy, sum er barna- og familjumálaráðharri í Noregi, ynskir at styrkja tilvitið millum ung um norðurlendska samleikan og mentanararvin. Hetta skal fremjast ígjøgnum eina røð av ítøkiligum verkætlanum, tiltøkum og ráðstevnum. Umframt fara norðmenn at skipa fyri einum serligum tiltaki fyri børn og ung í norðurvestur Russlandi og nærumhvørvinum. Til várs savnast allir ráðharrarnir í Norðurlondum, sum hava ábyrgdina av barna- og ungdómspolitikki, til at tosa um, hvat kann gerast til frama fyri børn tvørtur um øki. Í heyst verður eitt stór mentanartiltak í Oslo undir heitinum Felagsskapur og mentanarligt margfeldni. Málið er at skapa eitt netverk í Norðurlondum fyri mentanarvirksemi millum minnilutabólkar.