Norðurlendski mentanargrunnurin í Klaksvík

Kunnandi fundur verður í Klaksvík fyri øll áhugað í Býráðshøllini í Klaksvík í kvøld frá klokkan 19 til 22 Av teimum 26-28 mió krónunum, sum árliga verða játtaðar úr Noðurlendska Mentanargrunninum til mentanarátøk í norðurlondum og uttanfyri norðurlond, eru Føroyar vanliga væl umboðaðar.

Grundarlagið undir játtan og útgjaldi til mentanarátøk úr grunninum eru vanliga, at trý norðurlond skulu verða umboðað í verkætlanini.

Eitt av høvuðsmálunum hjá umsitingini í grunninum er at kunna og vegleiða umsøkjarum so gjølla sum tilber, at umsóknin er so greið, nágreinlig og væl skrivað, sum gjørligt.

Av heildarumsóknum - fyri at taka eitt dømi um árini 2006 og 2007 - var talið á umsóknum ávíkavist 899 og 794 umsóknir á ávíkavist stívliga 118 og 102 mió. krónur. Vanliga verður umleið triðingur av umsóknunum játtaður.

Av umsóknum komu ávíkavist 9 og 10 umsóknir úr Føroyum, sum svara til stívliga 1 prosent. Hvat játtanum viðvíkir, hava Føroyar vanliga verið væl umboðaðar við umleið tveimum prosentum av játtanum úr grunninum.

Thomas Heikkila, málsviðgerði í Mentanargrunninum kunnar um grunnin og greiður frá, hvussu fram verður farið, tá søkt verður um pening.

Á hesum fundum fer Thomas Heikkila at greiða frá Norðurlendska Mentanargrunninum og Urd Johannesen, fer stutt at kunna um grunnin Kulturkontakt Nord.

Fundurin er fyri øll, ið hava brúk fyri at søkja um norðurlendskan pening til mentanarátøk.