Norðurlendskar forkvinnur á stýrisfundi

Forkvinnurnar í norðurlendsku sjúkrarøktarfrøðingarfeløgunum vitja í Føroyum til stýrisfund


Í hesum døgum hevur stýrið fyri SSN, Sykepleiernes Samarbeid i Norden, stýrisfund í í Føroyum. SSN, sum er felagið fyri tey seks sjúkrarøktarfrøðingarfeløgini í Norðurlondum, verður saman her í døgunum 27.  30. mars, og sum partur av fundinum, verður skipað fyri kunningartúri til Suðuroyar, hvar vitjað verður á Suðuroyar Sjúkrahúsi, Heimarøktini, Røktarheiminum og Sambýlinum.
 
Viðgera felags evni
Stýrið hjá SSN er hægsti myndugleiki í SSN og er mannað við forkvinnunum úr teimum seks landsfeløgunum. SSN er í fyrsta umfari eitt forum fyri limafeløgini, har til ber at taka upp evni og mál, sum hava felags áhuga innan fakfelagsøkið, samfelagspolitiska økið og áhugamál annars. Harumframt skal SSN leggja seg eftir at samskipa tiltøkini hjá limafeløgunum í øðrum norðurlendskum, evropeiskum og altjóða samanhangi. Málið, sum verður brúkt í SSN er skandinaviskt
 
Gamalt felagTað var í 1920, at umboð fyri sjúkrarøktarfrøðingarfeløgini í Danmark, Finlandi, Norra og Svøríki tóku seg saman og stovnaðu SSN. Íslendska felagið gjørdist limur í 1923 og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fekk limaskap í 1998.