Allir leiðararnir greiddu frá støðuni og avbjóðingum í sínum landi viðvíkjandi Covid-19. Teir góvu hvør øðrum gott innlit í støðurnar og tiltøkini í Norðanlondum.
– Á fundinum greiddi løgmaður frá støðuni og gongdini við Covid-19. Hann vísti á, at orsøkin til góðu støðuna í Føroyum er, at landið bleiv tíðliga latið aftur, at fólkið hevur hildið seg til tilmælini, og at sera nógv fólk hava verið kannað, skrivar Løgmansskrivstovan í dag.
Løgmaður legði fram uppskot um, at tey norðurlendsku londini saman tryggja, at Covid-19 kanningarnar verða góðkendar av londunum, so tað gerst smidligt og lætt at ferðast millum londini. Uppskotið fekk jaliga móttøku, og leiðararnir samdust um at heita á teir norðurlendsku heilsumálaráðharrarnar um at arbeiða víðari við málinum.
Stjórnarleiðararnir harmaðust um, at neyðugt hevur verið at steingja landamørk í Norðanlondum vegna Covid-19. Víst varð á, at hetta hevur verið ein undantaksstøða, sum ikki skal gera norðurlendska samstarvið veikari.
– Semja var um at taka lógvatak saman um tað norðurlendska samstarvið, so hetta samstarv, sum fleiri ættarlið hava bygt upp, ikki fer fyri skeyti, skrivar Løgmansskrivsstovan.
Løgmaður nýtti høvið at kunna um, at norðurlendsk ráðstevna um Covid-19 verður eftir ætlan hildin í Føroyum í heyst. Landsstýrið skipar fyri ráðstevnuni.
– Fundurin í dag hevur givið gott innlit í avbjóðingar og gongdina viðvíkjandi Covid-19 í Norðanlondum. Tað er gott og neyðugt, at undirtøka var fyri at arbeiða víðari við uppskotinum um Covid-19 kanningar fyri at lætta um ferðing millum londini. Á fundinum samdust vit um at styrkja og menna norðurlendska samstarvið enn meira í hesum avbjóðandi tíðum, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, eftir fundin.