Norðurlendska samstarvið skal styrkjast

Hugburðurin i norðurlendska samstarvinum skal styrkjast og broytast frá at vera eitt samstarv um innanhýsis norðurlendskan politikk til eitt samstarv um at standa saman í altjóða politikki, heldur vísmannabólkurin, sum hevur gjørt frágreiðing um norðurlendska samstarvið

Alsama víðkanin av ES krevur, at Norðurlond taka stigið frá at samskipa síni sjónarmið innanhýsis í norðurlendska samstarvinum til at røða við felags rødd í ávísum málum á altjóða politiska pallinum.

Hetta er ein av niðurstøðunum hjá vísmannabólkinum, sum samstarvsráðharrarnir í Nordisk Ministerråd á sumri 1999 settu at meta um framtíðina hjá norðurlendska samstarvinum.

Vísmannabólkurin, sum hevur verið umboðaður av einum limi úr hvørjum einstøkum Norðurlandi, legði frágreiðing sína fram á tíðindafundi í Keypmannahavn.


Felags talurør

Vísmannabólkurin vísir í frágreiðing síni á, at vaksandi altjóðagerðin sýnir okkum, at eitt einsamalt land er vorðið ov lítið til at loysa mál á atljóða støði. Tí heldur bólkurin vanda vera fyri, at Norðurlond detta burturímillum í atjóða politikki, um tey ikki standa sum ein, bæði tá tað ræður um ES og um atjóða politikk.

Tí hevur bólkurin í arbeiði sínum roynt at koma burtur frá gamla sjónarmiðnum, ið fyrst og framt sær norðurlenska samstarvið sum eitt innanhýsis samstarv millum Norðurlond. Í staðin sær bólkurin norðurlendska samstarvið sum eitt politiskt amboð á altjóða leikpallinum.

Fyri at hetta skal bera til, mælir vísmannabólkurin til at styrkja bygnaðin av samstarvinum, styrkja vælferðina og norðurlendska kappingarførið, styrkja verndina av umhvørvinum og styrkja trygdarpolitisku áhugamálini og verjusamstarvið.

Føroyska umboðið í vísmannabólkinum er Jóannes Dalsgaard, deildarstjóri í Undirvísingar og Mentamálastýrinum.