Eirik Newth viðger í bókini deyðan og ymsar uppfatanir av deyðanum. Summi fólk uppfata deyðan sum eitt natúrligt fyribrigdi, sum fylgir teimum alisfrøðiligu og evnafrøðiligu grundlógunum. Onnur síggja deyðan sum byrjanina til eina andaliga ferð til eina nýggja tilveru á jørðini ella aðrastaðni. Men líkamikið hvat tú trýrt, er deyðin ein veruleiki og ein gáta, sum er bæði spennandi og ræðandi.
Dómsnevndin, sum valdi vinnaran, sigur í skrivi, at "Hvorfor dør vi?" hjá Eirik Newth vísir á framúrskarandi hátt, hvussu fólk hava leita eftir svarum á deyðans loyndardóm í átrúnaði, heimsspeki og náttúruvísindi. Í bókini verður deyðin lýstur út frá nógvum ymiskum sjónarhornum. Tað er framúrskarandi og einastandandi viðger av einum sera torførum og eymum evni, staðfestir dómsnevndin.
Heilt sertakt er tað, at mamman hjá Eirik Newth, rithøvundurin Mette Newth, eisini hevur móttikið Norðurlendsku Barnabókaheiðurslønina í 1988. Nú skal sonurin so móttaka somu heiðursløn í ár.
Uppaftur meira serstakt er tað, at bæði pápin - Philip Newth í 1982 -, mamman - Mette Newth í 1988 - og sonurin - Erik Newth í 2004 - hava móttikið somu heiðursløn. Talan er her um Bókmentaheiðurslønina, sum verður handað av Skúlabókasavnafelagnum í Norra.
Hesi hava vunnið Norðurlendsku Barnabókaheiðurslønuna, síðani hon fyrstu ferð varð handað í 1985:
1985 Maria Gripe, Sverige
1986 Tormod Haugen, Norge
1987 Kaarina Helakisa, Finland
1988 Mette Newth, Norge
1989 Svend Otto S., Danmark
1990 Mats Wahl, Sverige
1991 Ólavur Michelsen, Færøerne
Erik Hjorth Nielsen, Danmark
1992 Gudrun Helgadottir, Island
1993 Bjarne Reuter, Danmark
1994 Torill Thorstad Hauger, Norge
1995 Torun Lian, Norge
Viveca Lärn Sundvall, Sverige
1996 Louis Jensen, Danmark
1997 Lars-Henrik Olsen, Danmark
1998 Ulf Stark, Sverige
1999 Annika Thor, Sverige
2000 Bent Haller, Danmark
2001 Edward Fuglø, Færøerne
2002 Thore Hansen, Norge
2003 Kristín Steinsdóttir, Island
2004 Lene Kaaberbøl, Danmark
2005 Ragnhei:ur Gestsdóttir, Island
2006 Eirik Newth, Norge